Hent at vita
Um tú skalt møta í rættinum, kann tað vera hent at kenna tey praktisku viðurskiftini
Um tú hevur ørindi í rættinum, kann tað vera hent at kenna tey praktisku viðurskiftini
Avgreiðslutíðir
Føroya Rættur hevur opið mánadag til fríggjadag 9.00 - 15.00
Rætturin hevur ikki opið vanligar heiligdagar.
Rætturin hevur ikki opið hesar dagar:
Flaggdagin, 25. apríl
Grundlógardag, 5. juni
Ólavsøkuaftan, 28. juli
Ólavsøkudag, 29. juli
Jólaaftan, 24. desember
Nýggjársaftan, 31. desember
Atlit í samband við korona
Heilsumyndugleikarnir meta, at fundir kunnu haldast uttan trupulleikar og smittuvanda, tá ið reinførið er vælgjørt, og tá ið 1 metur frástøða er millum luttakararnar á fundunum. Ásettir rættarfundir og dómsviðgerðir kunnu tí fremjast eftir ætlan.
Tó verður bert heilt avmarkað atgongd fyri áskoðarar til rættarfundirnar. Talið av bíðiplássum í dómhúsinum fer eisini at vera avmarkað og ætlað pørtum og vitnum á rættarfundunum.
Reingerð og sóttreinsan av rættarhølum, bíðirúmi, vesi v.m. verður víðkað.
Tá ið tú skalt møta í rættinum
- Inngongd: Statt ikki í bíðirøð við inngongdina til dómhúsið og til rættarhølið. Halt frástøðu og fylg ávísingunum á uppsløgum og kunningarskíggja og frá starvsfólkunum í rættinum.
• Frástøðukrav: Rættarhølið er innrættað soleiðis, at til ber at hava eina frástøðu uppá 1 metur millum tey, ið eru hjástødd, og at minst 2 fermetrar eru til hvønn.
• Reinføri við inngongd til rættin og rættarhølið: Við inngongdina til rættin og rættarhølið ber til at nýta hondspritt. Hondspritt eigur at vera nýtt, bæði tá tú kemur og fer.
• Drekkivatn: Minnist til sjálvi at hava vatn o.l. við.
• Avmarkað fysiskt samband: Um tað ber til, so nem ikki við nertingarpunkt (handtøk, handlistar, kontaktir, mikrofonir, stólarmar, borðplátur o.l.). Rætt heldur ikki hond.
• Vesiviðurskifti í rættinum: Til ber at fara á vesið í rættinum. Vesið verður vaskað fleiri ferðir dagliga, og yvirflatur og nertingarpunkt verða vaskað og sóttreinsað.
• Sjúka ella sjúkueyðkenni, sum benda á COVID-19: Tey, ið eru smittað, ella hava COVID-19 sjúkueyðkenni, hava onga atgongd til dómhúsið og skulu ikki møta í rættinum. Minst til at seta teg í samband við rættin og geva avboð. Rætturin kann krevja, at tú sendir eina læknaváttan.
• Um COVID-19 verður staðfest stutt eftir, at tú hevur verið í rættinum: Um tú, stutt eftir at tú hevur verið í rættinum, verður staðfest/-ur smittað/-ur við COVID-19, skatl tú seta teg í samband við rættin sum skjótast, fyri at rætturin kann boða teimum frá, sum tú vart í sambandi við.
Serliga viðvíkjandi notartænastum
Fyri at tryggja, at tilmælini hjá myndugleikunum verða hildin, skulu notartænastur í løtuni avtalast við dómaraskrivstovuna frammanundan (minst 1 dag). Tíð hjá notarinum kann avtalast á telefon 31 10 03 millum kl. 9 – 15.
Telefon og teldupostur
Samband fæst við Føroya Rætt á:
Telefon: +298 31 10 03
Telefax: +298 31 83 13
Teldupost: post@sorinskrivarin.fo
Um tú hevur eitt máltal tøkt í sambandi við skrivligan fyrispurning, skal hetta tilskilast í evnisteigin.
Bústaður
Sorinskrivarin í Føroyum
C. Pløyensgøta 1
Postrúm 28
FO-110 Tórshavn
Inngjald og bankasamband
Rættargjald kann gjaldast í móttøkuni við reiðum peningi og við gjaldskorti.
Somuleiðis ber til at flyta gjaldið á kontu hjá rættinum. Minst tá til at viðmerkja máltalið ella annað, ið lættliga kann eyðmerkja, hvat goldið verður fyri.
Bankasamband hjá Føroya Rætti:
Betri Banki 9181 - 0001850077
Samband við telduposti
Gáa eftir, at teldupostasamskifti við rættin ikki er bronglað.
Er talan um upplýsingar, sum tú metir eiga at verða vardar, t.d. upplýsingar um privat viðurskifti, verður mælt til heldur at nýta vanligan postflutning.
Við somu grundgeving kann rætturin ikki svara áheitanum og fyrispurningum við telduposti, um svarið inniheldur persónsviðkvæmar upplýsingar, t.d. um átrúnað, kynsliga ella etniska sannføring, revsi- ella heilsuviðurskifti v.m.
Gev gætur, at sakarmálsrit og onnur rættarlig skjøl kunnu ikki sendast við telduposti.
Rættarhøli 1 - 6
Rættarhøli 1 - 6 eru í C. Pløyensgøta 1, Tórshavn.
Eisini er eykatingstaður á Tvøroyri. Telefon +298 37 14 48.
Netsamband og tøkni í rættinum
Tráðleyst netsamband er í Føroya Rætti:
Domguest: Allir borgarar hava møguleika at nýta gestanetið í rættarbygninginum. Sambandið er ikki vart. Vegleiðing um innritan fæst í móttøkuni.
Domprof: Føroya Rættur gevur og stovnar atgongd til fastar brúkarar í rættinum, t.d. ákærumyndugleikan og advokatar. Talan er um vart samband, og atgongdin varar í uml. 1 ár. Ein brúkari kann brúka somu atgongd á trimum tøkniligum eindum.
Domdata: Hetta er eitt afturlatið net og kann bert brúkast av starvsfólkum í rættinum.
Úrskrift av dómum og úrskurðum
Rættargjald skal rindast av útflýggjaðu skjølunum, gjaldsupphæddin er treytað av síðutali.
Rættargjaldið er 20 krónur fyri fyrstu síðuna og 5 krónur fyri hvørja begyntu eftirfylgjandi síðu, sí lóg um rættargjøld § 48. Rættargjaldið skal rindast í seinasta lagi, tá ið skjølini verða útflýggjað.
Málið í rættinum
Høvuðsmálið í rættinum er føroyskt, men danskt kann vera nýtt eins væl og føroyskt. Avhoyringar av fólki, ið ikki hava nóg hollan kunnleika til føroyskt ella danskt mál, skulu so vítt tað ber til verða gjørdar saman við týðara ella tulki, sum rætturin útnevnir.
Kortini kann, burtursæð frá revsimálum, har nevningar eru við, sleppast undan at útvega tulk, tá ið eingin partur krevur tað, og rætturin hevur álit á, at hann hevur neyðuga kunnleikan til fremmanda málið.
Hevur dómarin ikki nóg góðan kunnleika til føroyskt mál, útvegar dómarin kønan persón at virka sum týðari, tá ið tað er neyðugt.
Eykatingstaður
Eykatingstaður er á Tvøroyri.
Fundir verða hildnir á eykatingstaðnum eftir nærri áseting.
Bústaðurin er:
Kirkjubrekkan 11
FO-800 Tvøroyri
Telefon: +298 37 14 48
Avgreiðslutíð: 08.30 - 15.00
Seinast dagførd: 31. august 2024