Gå til sidens indhold

Føroya Rættur

Føroya Rættur

Ein og hvør kann fáa skjalainnlit í dóm og rættarúrskurð. Her kanst tú lesa um høvuðsreglurnar um skjalainnlit, og um hvussu tú søkir um skjalainnlit.

Skjalainnlit merkir m.a., at bæði í revsimálum og borgaraligum rættarmálum hava fólk møguleika at hyggja ígjøgnum niðurstøðuna av einum dómi, verður biðið um tað. Tað verður gjørt við at snúgva sær til rættin innan fyri  eina viku eftir, at dómurin er sagdur.

Harumframt ber til at fáa avrit av dóminum, rættarúrskurðinum og avgerðum um rættarkostnað í borgaraligum málum.

Partarnir í einum máli kunnu vanliga fáa útskrift av dómsbók, rættarbók og av teimum fylgiskjølum, sum løgd eru fram í málinum.

Seinast dagførd: 30. august 2022