Gå til sidens indhold

Føroya Rættur

Føroya Rættur

Sýn og meting eru prógv, sum kunnu brúkast í einum sakarmáli. Sýn og meting verða tikin av einum kønum persóni, einum sýnsmanni, ið kannar nakrar spurningar og svarar teimum við einari sýns- og metingarváttan.

Tað er tú ella hin parturin, sum tekur stig til at fáa tikið sýn og meting.

Tað kann annaðhvørt vera sum liður í einum máli, sum longu er viðgjørt í rættinum, ella tað kann vera fyri at tryggja eitt prógv, skuldi rættarmál komið burturúr seinni.

Vilt tú hava sýn og meting, skalt tú gera eitt uppskot til  teir spurningar, sum tú vilt, at ein sýnsmaður skal svara. Hin parturin fær síðani møguleika at gera viðmerkingar til títt uppskot.

Hvussu beri eg meg at?

Spurningar til sýnsmannin skulu vera uttanveltaðir (neutralir) og koma evninum við, ið tú fegin vilt hava lýst. Rætturin kann nokta tær ella hinum partinum at seta spurningar, sum ikki ganga undir hesar treytir.

Tá ið tú hevur orðað tínar spurningar til metingarmannin, skalt tú senda teir víðari til mótpartin í málinum. Mótparturin setur so saman sínar spurningar til metingarmannin og sendir teir til rættin og tín.

Tað er rætturin, sum ger av, um har skal vera sýn og meting.

Hvør kann vera sýns- og metingarmaður?

Tú og mótparturin skulu sjálvir koma við uppskoti um, hvønn rætturin skal tilnevna sum sýnsmann. Tit kunnu gera av at venda tykkum til onkran vinnufelagsskap ella líknandi.

Ein sýnsmaður skal hava gott orð á sær, vera uttanveltaður og hava yrkisliga vitan, sum er viðkomandi til tess at kunna svara tykkara spurningum.

Rætturin skal í síðsta enda gera av, hvør skal verða tilnevndur sum metingarmaður.

Kann eg vera hjástaddur, tá ið sýnsmaðurin arbeiðir?

Ja, sýnsmaðurin skal geva tær og hinum partinum boð um, hvar hann fer at kanna málið. Báðir partar hava rætt at vera til staðar, meðan hann ger kanningina,  um har er t.d. eitthvørt, ið skal verða skoðað.

Tit kunnu kæra um arbeiðsháttin hjá sýnsmanninum. Kæran skal verða latin tí rætti, ið hevur málið um hendi og hevur tilnevnt sýnsmannin.

Kann eg seta útgreinandi spurningar til eina váttan?

Ja. Tá  ið sýnsmaðurin hevur latið rættinum sína váttan, hava tit sum byrjanarstøði møguleika at seta víðkandi spurningar. Spurningarnir skulu verða sendir rættinum. Rætturin setur freist fyri, nær spurningarnir skulu vera móttiknir.

Rætturin kann kalla sýnsmannin inn til rættarfund til tess at svara spurningum viðvíkjandi váttanini.

Kann eg fáa tikið sýn og meting, um tað ikki er eitt sakarmál?

Ja, tú kanst biðja rættin um at hava sýn og meting, hóast einki søksmál er tikið upp. Hetta verður nevnt avbyrgd próvupptøka og fer fram í rættinum eftir somu tilgongd, har ein metingarmaður svarar mongum spurningum við einari váttan. Váttanina kanst tú síðani nýta sum prógv í seinni rættarmáli.

Tann  parturin, sum vil hava sýn og meting, rindar fyribils sjálvur útreiðslurnar. Rætturin tekur seinni avgerð um gjaldingina av útreiðslunum fyri sýn og meting, um ikki partarnir hava avtalað annað. Tær kann eisini verða álagt at rinda fyri útreiðslur hjá mótpartinum til advokatin í sambandi við ta avbyrgdu próvupptøkuna.

Kann eg nýta váttanir, sum eg sjálvur havi fingið útvegað?

Nei. Hevur tú sjálvur fingið gjørt eina kanning ella váttan, eftir at málið er lagt fyri rættin, kann hon í fyrstu atløgu ikki vera prógv í málinum, hevur mótparturin ikki havt møguleika at vera við í tillagingini av váttanini. Fakfólkið, sum hevur gjørt kanningina ella váttanina, kanst tú heldur ikki brúka sum serkønt vitni í rættinum.

Kann eg krevja nýtt sýn og meting, sjálvt um sýn og meting eru tikin í málinum?

Hevur málið verið viðgjørt í einari kærunevnd, eru sýn og meting ofta tikin. Tú ella mótparturin hevur í fyrstu atløgu rætt at krevja nýtt sýn og meting, tá ið málið verður lagt fyri rættin.

Heldur rætturin tað vera hóskiligt, kunnu eisini sýn og meting verða tikin av nýggjum í sama rættarmáli.

Hvør rindar útreiðslurnar fyri sýn og meting?

Tú og hin parturin skulu hvør í sínum lagi gjalda útreiðslurnar  fyri  sýn og meting. Útreiðslurnar fyri sýn og meting kunnu gerast stórar.

Rætturin ásetur sýnsmansins samsýning. Tú og hin parturin fáa frammanundan høvi at hava viðmerking til rokningina frá sýnsmanninum. Tann parturin, sum hevur biðið um sýn og meting, ber ábyrgd av útreiðslunum.

Tá ið málið er endað, ger rætturin av, hvør tað er,  sum at enda skal gjalda útreiðslurnar fyri sýn og meting. Tað verður gjørt í sambandi við, at sakarmálskostnaðurin verður ásettur.

Kann eg biðja um sýn og meting í smámálum?

Í smámálum er  rættarins setningur at hjálpa pørtunum at fyrireika málið. Rætturin fer eisini at tosa við teg og mótpartin um, hvørji prógv eru í málinum, og um tað møguliga skal útvegast ein fakkøn váttan.

Tú kanst eisini sjálv(ur) heita á rættin um at fáa til vega eina fakkøna váttan.

Seinast dagførd: 05. mai 2021