Gå til sidens indhold

Føroya Rættur

Føroya Rættur

Føroya rættur vegleiðir um ítøkiligar mannagongdir, men bjóðar ikki løgfrøðiliga ráðgeving.

Øll kunnu fáa ókeypis yvirskipaða ráðgeving hjá Rættarhjálp Føroya. Tú kanst eisini fáa almenna rættarhjálp til eitt ítøkiligt mál, lýkur tú nakrar fíggjarligar treytir.

Tú hevur rætt til hjá einum advokati at fáa ókeypis heilt grundleggjandi munnliga ráðgeving um bæði teir løgfrøðiligu spurningarnar í tínum máli og um tínar veruligu og fíggjarligu møguleikar fyri at fara víðari við málinum (stig 1). Hetta er galdandi í øllum rættarøkjum.

Tað eru advokatarnir í Føroyum, sum bjóða sær til at veita hesa fyrstu ókeypis munnligu ráðgeving.

Almenn rættarhjálp

Kann eg fáa hjálp umframt grundleggjandi munnliga ráðgeving?

Vilt tú hava ráðgeving, sum fer út um ta heilt grundleggjandi munnligu ráðgevingina (stig 2), ella vilt tú hava ráðgeving í sambandi við semjusamráðing (stig 3), kanst tú fáa lutvísa ókeypis almenna rættarhjálp, um tú lýkur nakrar fíggjarligar treytir.

Ríkið rindar í teimum førunum ein part av samsýningini til advokatin. Hevur tú fingið frían rættargang, rindar ríkið alt viðurgjaldið fyri rættarhjálpina.

Tú kanst seta teg í samband við ein advokat og spyrja, um hann gevur almenna rættarhjálp. Advokaturin skal siga tær, hvat tað fer at kosta tær, áðrenn advokaturin veitir rættarhjálp.

Føroya rættur setur saman og dagførir so hvørt ein lista yvir teir advokatar, sum veita rættarhjálp í rættardøminum, og hesin listin liggur frammi hjá advokatvaktini, rættarhjálparskrivstovuni og á bókasøvnum.

Tú sært listan her:

Advokatur   

Advokatskrivstova 

Telefon

Teldupostur

Annfinn V. Hansen

Hansen & Vinther

+298239590

annfinn@advokat.fo

Bjørn á Heygum

Heygum  & Petersen 

+298211805

heygum@adv.fo 

Fríða Patursson 

Advokatskrivstovan

+298224669

frp@jura.fo

Jógvan Páll Lassen

Egna skrivstovu

+298513996

 jplassen@outlook.com

Jógvan Elias W.Poulsen

Sókn

+298219822

 jewp@sokn.fo

       

Óla Jákup Kristoffersen

Advokatskrivstovan

+298211817  

ojk@jura.fo

Peter Even Djurhuus

Advokatfelagið   

+298515339

ped@lawfirm.fo

       

 

 

 

 

 

Í hvørjum førum kann eg ikki fáa almenna rættarhjálp á stigi 2 og stigi 3?

Tú kanst ikki fáa almenna rættarhjálp á stigi 2 og stigi 3 í hesum førum:

  • um tú ert skuldsett(ur)/ákærd(ur)          
  • um tú ert vinnurekandi, og málið snýr seg um títt starv    
  • í málum um skuldarumskipan
  • í málum sum snúgva seg um ein almennan myndugleika ella ein privatan semingsstovn, um hesin myndugleiki gevur vegleiðing og stuðul í neyðugan mun.

Tó kann rættarhjálp verða givin til at kæra ein úrskurð frá almennum myndugleika.

Hvørjar eru tær fíggjarligu treytirnar fyri rættarhjálp á stigi 2 og 3?

Tú kanst fáa studning til almenna hjálp á stigi 2 og 3, hevur inntøka tín verið undir einum ávísum inntøkumarki í undanfarna álmanakkaári.

Tú roknar tína inntøku við at leggja saman tína persónligu inntøku við tína positivu kapitalinntøku og tína inntøku av partabrøvum.

Fyri at søkja um stuðul til almenna rættarhjálp t.d. í 2020 skalt tú nýta tína inntøkustøðu frá 2018.

Eru stór frávik í tínum aktuellu inntøkuviðurskiftum, skulu tey aktuellu inntøkuviðurskiftini verða løgd sum grund. Tú skalt kunna skjalfesta broytingarnar í tínum inntøkuviðurskiftum fyri at fáa tey tikin við.

Er tú gift(ur) ella livir saman við onkrum, skal samlaða inntøkan hjá tær og maka tínum vera niðan fyri eina ávísa upphædd.

 

 Far til tað aktuella upphæddarmarkið á heimasíðuni hjá Civilstyrelsen

Tær fíggjarligu treytirnar verða stillaðar 1. januar á hvørjum ári.

Skal eg kanna, um mín trygging fevnir um rættarhjálp?

Hevur tú eina rættarhjálpartrygging, so skalt tú brúka tryggingina, áðrenn tú kanst fáa stuðul til almenna rættarhjálp á stigi 2 og 3. Tær flestu vanligu innbústryggingar innihalda eina rættarhjálpartrygging, sum rindar fult ella lutvíst fyri útreiðslurnar, ið standast av einum rættarmáli.

Tú eigur at seta teg í samband við títt tryggingarfelag og kanna, um tú hevur eina rættarhjálpartrygging, og um hon rindar fyri málið, tú vilt hava ráðgeving um.

Hvat er serliga galdandi fyri almenna rættarhjálp á stigi 2?

Almenn rættarhjálp á stigi 2 kann fevna um:

  • ráðgeving
  • hjáveru á fundum
  • hjálp at skriva einstøk brøv ella skjøl, t.d. umsókn um frían rættargang, arvabrøv og hjúnasáttmála

Samsýningin til advokatar er á stigi 2 í mesta lagi 1.140 kr. við mvg (2020). Ríkið rindar 75 prosent, og tú sjálv(ur) restina til advokatin.

Hvat er serliga galdandi fyri almenna rættarhjálp á stigi 3?

Almenn rættarhjálp á stigi 3 kann verða givin, eru hesar treytir loknar:

  • har er ein træta, og                                                                                                                                                          
  • advokaturin metir, at útlit eru fyri, at málið kann verða endað við ongari rættargongd, men við meira stuðli frá advokati.

Samsýningin til advokatar á stigi 3 er í mesta lagi 2.600 kr. við mvg (2020). Ríkið rindar helmingin, og tú rindar sjálv(ur) hin helmingin til advokatin.

Hvussu verður almenna rættarhjálpin goldin?

Advokaturin biður sjálvur rættin um at fáa sína samsýning goldna við at fylla út eitt oyðublað, sum Civilstyrelsen hevur lagað til.

Hevur tú rættarhjálpartrygging, sendir advokaturin sjálvur umsóknarblaðið til tryggingarfelagið.

Ber til at fáa ókeypis hjálp til mítt mál á annan hátt?

Tað ber til at fáa ókeypis løgfrøðiliga ráðgeving hjá teirri sjálvbodnu rættarhjálpini.

Tann sjálvbodna rættarhjálpin bjóðar ráðgeving á flestu málsøkjum og kann hjálpa tær við handfaringini av tínum máli. Tann sjálvbodna rættarhjálpin kann yvirskipað geva tær ráð um títt mál og m.a. hjálpa tær at halda fund ella skriva ymisk styttri sakarmálsskriv. Heilt munandi stuðul kann tó verða sýttur av rættarhjálparskrivstovuni.

Til ber at lesa meira um ta sjálvbodnu rættarhjálpina, Rættarhjálp Føroyar, her 

Seinast dagførd: 19. oktober 2023