Hent at vita
Um tú skalt møta í rættinum, kann tað vera hent at kenna tey praktisku viðurskiftini
Um tú hevur ørindi í rættinum, kann tað vera hent at kenna tey praktisku viðurskiftini
Avgreiðslutíðir
Føroya Rættur hevur opið mánadag til fríggjadag 9.00 - 15.00
Rætturin hevur ikki opið vanligar heiligdagar.
Rætturin hevur ikki opið hesar dagar:
Flaggdagin, 25. apríl
Grundlógardag, 5. juni
Ólavsøkuaftan, 28. juli
Ólavsøkudag, 29. juli
Jólaaftan, 24. desember
Nýggjársaftan, 31. desember
Telefon og teldupostur
Samband fæst við Føroya Rætt á:
Telefon: +298 31 10 03, síðan er umstilling við val,øguleikum.
Teldupost: post@sorinskrivarin.fo
Um tú hevur eitt máltal tøkt í sambandi við skrivligan fyrispurning, skal hetta tilskilast í evnisteigin.
Bústaður
Sorinskrivarin í Føroyum
C. Pløyensgøta 1
Postrúm 28
FO-110 Tórshavn
Inngjald og bankasamband
Rættargjald kann gjaldast í móttøkuni við reiðum peningi og við gjaldskorti.
Somuleiðis ber til at flyta gjaldið á kontu hjá rættinum. Minst tá til at viðmerkja máltalið ella annað, ið lættliga kann eyðmerkja, hvat goldið verður fyri.
Bankasamband hjá Føroya Rætti:
Betri Banki 9181 - 0001850077
Samband við telduposti
Gáa eftir, at teldupostasamskifti við rættin ikki er bronglað.
Er talan um upplýsingar, sum tú metir eiga at verða vardar, t.d. upplýsingar um privat viðurskifti, verður mælt til heldur at nýta vanligan postflutning.
Við somu grundgeving kann rætturin ikki svara áheitanum og fyrispurningum við telduposti, um svarið inniheldur persónsviðkvæmar upplýsingar, t.d. um átrúnað, kynsliga ella etniska sannføring, revsi- ella heilsuviðurskifti v.m.
Gev gætur, at sakarmálsrit og onnur rættarlig skjøl kunnu ikki sendast við telduposti.
Rættarhøli 1 - 6
Rættarhøli 1 - 6 eru í C. Pløyensgøta 1, Tórshavn.
Eisini er eykatingstaður á Tvøroyri. Telefon +298 37 14 48.
Netsamband og tøkni í rættinum
Tráðleyst netsamband er í Føroya Rætti:
KARNOV: Netsamband kann brúkast við at tøppa loynu inn. Loyna kann fáast í móttøkuni, tó verður mett um í hvørjum einstøkum føri um atgongd verður givin.
Domdata: Hetta er eitt afturlatið net og kann bert brúkast av starvsfólkum í rættinum.
Úrskrift av dómum og úrskurðum
Rættargjald skal rindast av útflýggjaðu skjølunum, gjaldsupphæddin er treytað av síðutali.
Rættargjaldið er 20 krónur fyri fyrstu síðuna og 5 krónur fyri hvørja begyntu eftirfylgjandi síðu, sí lóg um rættargjøld § 48. Rættargjaldið skal rindast í seinasta lagi, tá ið skjølini verða útflýggjað.
Málið í rættinum
Høvuðsmálið í rættinum er føroyskt, men danskt kann vera nýtt eins væl og føroyskt. Avhoyringar av fólki, ið ikki hava nóg hollan kunnleika til føroyskt ella danskt mál, skulu so vítt tað ber til verða gjørdar saman við týðara ella tulki, sum rætturin útnevnir.
Kortini kann, burtursæð frá revsimálum, har nevningar eru við, sleppast undan at útvega tulk, tá ið eingin partur krevur tað, og rætturin hevur álit á, at hann hevur neyðuga kunnleikan til fremmanda málið.
Hevur dómarin ikki nóg góðan kunnleika til føroyskt mál, útvegar dómarin kønan persón at virka sum týðari, tá ið tað er neyðugt.
Eykatingstaður
Eykatingstaður er á Tvøroyri.
Fundir verða hildnir á eykatingstaðnum eftir nærri áseting.
Bústaðurin er:
Kirkjubrekkan 11
FO-800 Tvøroyri
Telefon: +298 37 14 48
Avgreiðslutíð: 08.30 - 15.00
Seinast dagførd: 07. november 2025