Gå til sidens indhold

Føroya Rættur

Føroya Rættur

Samanlagt eru 24 starvsfólk í Føroya Rætti. Føroya Rættur er partur av Danmarks Domstole. Hægsti dómsmyndugleiki er Hægsti Rættur.

Í Føroya Rætti eru 2 sorinskrivarar (dómarar), 2 rættarhjásitar, 1 dómarafulltrúi, 17 skrivstovufólk og 1 skrivstovunæmingur í starvi.

Rætturin er skipaður í sjey deildir:

1. Revsimál
2. Fútarætturin
3. Skiftirætturin
4. Bókhaldið
5. Notarskrivstovan
6. Borgarlig mál
7. Føroya Vanlukkutryggingarráð

Harumframt heldur rætturin eisini sjófrágreiðingar.

Í føroysku rættargangslógini og aðrari lóggávu er tað álagt sorinskrivaranum at taka sær av ymiskum øðrum uppgávum. Sorinskrivarin er formaður í hesum nevndum og ráðum:

- Sterilisatiónsnevndini

- Føroya Vanlukkutryggingarráði

Endurgjaldsnevndini

- Yvirfriðingarnevndini

- Yvirlandbúnaðarstevnuni

- Yvirútskiftingarnevndini

Starvsfólk í Føroya Rætti

Sorinskrivarar:
Henrik Møller, sorinskrivari (dómari)
Peter Flügge, dómari

Løgfrøðingar:
Anna Sólvá Eiriksdóttir, rættarhjásiti
Rannvá Ragnarsdóttir, rættarhjásiti
Ivalu í Ólavsstovu, dómarafulltrúi
Halla Djurhuus, dómarafulltrúi

Skrivstovuleiðsla:
Áki Andreasen, umsitingarligur skrivstovuleiðari

Bókhaldið:
Amy Johannesen, skrivstovufulltrúi 
Elisa Dam Joensen, skrivstovufulltrúi

Borgarlig mál:
Ása Andreassen, yvirassistentur
Johild Justinussen, skrivstovufulltrúi
Marjun Lamhauge, skrivstovufulltrúi

Revsimál:
Tórhalla Tórhallsdóttir, deildarleiðari
Marin H. Augustinussen, deildarleiðari
Marin Bogadóttir Petersen, yvirassistentur
Rannvá Midjord, yvirassistentur (í farloyvi)

Fútamál:
Estur Lognberg, skrivstovufulltrúi
Doris V. Rasmussen, skrivstovufulltrúi

Skiftirætturin:
Heidi Ó. Jógvansdóttir, skrivstovufulltrúi
Pia Krogh Arge, skrivstovufulltrúi
Lív Jóna Jespersen, skrivstovufulltrúi (í farloyvi)

Føroya Vannlukkutrygginarráð
:
Bjørg K. Larsen, skrivstovufulltrúi
Gudrun Christiansen, skrivstovufulltrúi

Avgreiðsla/móttøka:
Lydia Maria Thomsen, yvirassistentur

Næmingur:
Durita Árnadóttir Andreasen


 

Seinast dagførd: 02. januar 2024