Gå til sidens indhold

Føroya Rættur

Føroya Rættur

Her kanst tú kunna teg um leys størv í Føroya Rætti. Í høgra bredda er leinkja til øll leys størv í dómsvaldinum

Í Føroya Rætti er eitt skrivstovu lærupláss leyst at søkja, til setan 1. september 2025

Vit vænta:

  • At tú hevur búskapar-, students- ella /HF prógv
  • At tú dugir væl at skriva føroyskt og danskt
  • At tú er opin og fyrikomandi
  • At tú hevur góð samstarvsevnir

Vit bjóða:

  • Eina útbúgving innan almenna fyrisiting
  • Eitt fjølbroytt lærupláss
  • Eitt umhvørvi har nógv er at gera
  • Eitt spennandi arbeiðspláss við avbjóðingum og møguleikum

Útbúgvingin:

  • Almenn fyrisiting
  • Næmingurin fær útbúgving innan øll málsøki í Føroya Rætti og luttekur á kunningarskeiðum sum Domstolsstyrelsen skipar fyri
  • Útbúgvingartíðin við búskaparbreyt prógvi er 2 ár, við øðrum miðnámi enn búskaparbreyt er lærutíðin 2 ár og 5 vikur.
  • Í lærutíðini skal næmingurin til Danmarkar á skúla í 15 vikur samanlagt
  • Lønar og setanarviðurskifti sambært felagssáttmála millum Statsansattes Kartel og Finansministeriet og sáttmála millum HK/STAT og Finansministeriet

Umsøkjarar skulu um neyðugt geva loyvi at innheinta revsiváttan.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Áka Andreasen, skrivstovuleiðara ella Marin H. Augustinussen, deildarleiðara á 31 10 03 ella skrivligan fyrispurning til  post@sorinskrivarin.fo

Umsókn, prógv og møgulig viðmæli skulu vera Føroya Rætti í hendi í seinasta lagi 30. juni 2025, og kunnu sendast við posti ella telduposti til post@sorinskrivarin.fo

Seinast dagførd: 17. juni 2025