02 sep. 2025
Føroya Rættur
Serfrøðingar til smásakarmannagongdina við Føroya Rætt
Dómstólastýrið leitar eftir einstaklingum og feløgum, sum ynskja at verða tilnevnd sum serfrøðingar í smásakarmannagongdini sambært § 443, stk. 3 í føroysku rættargangslógini. Smásakarmannagongdin er ein serlig, einfaldari rættargangur, sum verður nýttur í sivilum málum við minni krøvum.
At vera serfrøðingur í smásakarmannagongdini
Sum serfrøðingur í smásakarmannagongdini skalt tú hava serliga vitan innan eitt ávíst fakøki. Hetta kann vera bygging, anlegg, fastogn, handverk, maskinídnaður, KT, søla, handil, skrivstova, flutningur, jarn, metal, innbúgv, húsdjór, umhvørvi, matvøruiðnaður ella annað.
Smásakarmannagongdin kann nýtast í sivilum málum við krøvum, sum hava ein fíggjarligan virði upp til 50.000 kr., ella krøvum uttan fíggjarligt virði. Málini verða viðgjørd við einari einfaldari mannagongd, har partarnir fáa møguleika at fáa avgreitt sínar tvístøður skjótari, og kostnaðurin fyri rættarmálið verður minkaður. Rætturin vegleiðir partarnar í fyrireikingini av málinum, og tí hava partarnir vanliga ikki tørv á advokathjálp.
Í einum smásakarmáli kann rætturin taka avgerð um at innheinta eina serfrøðiliga frágreiðing, sum skal nýtast sum prógv í málinum. Rætturin velur ein serfrøðing úr einum lista yvir tilnevndar serfrøðingar, sum hevur tær fakligu førleikarnar, sum krevjast í tí einstaka málinum. Sum tilnevndur serfrøðingur er tað tín uppgáva at lata eina frágreiðing ella meting, har tú svarar spurningum innan títt fakøki, sum rætturin hevur sett fram.
Vanliga byggir tú frágreiðingina á tína fakligu vitan. Undantaksvis kann vera tørvur á, at tú sum serfrøðingur skoðar málsins viðkomandi lut. Frágreiðingin skal vera skrivlig, men í serligum førum kanst tú eisini verða biðin um at møta í rættinum og geva eina munnliga frágreiðing.
Áðrenn tú gevur frágreiðingina, skalt tú gera eina kostnaðarmeting. Um rætturin góðkennir kostnaðarmetingina, verður tú biðin um at svara spurningunum. Lønin fyri arbeiðið verður síðani ásett av rættinum við støði í kostnaðarmetingini.
Sum tilnevndur serfrøðingur skalt tú vanliga viðgera tey mál, sum verða send til tín frá rættinum, uttan so at spurningarnir liggja uttan fyri tína fakligu vitan, ella tú í tí einstaka málinum ert ógegniður.
Ein nýtilnevning sum serfrøðingur er galdandi frá tí tú verður tilnevndur og fýra ár fram. Um tú longu ert serfrøðingur og verður tilnevndur av nýggjum, er tilnevningin galdandi afturvirkandi frá 1. januar 2025 og fýra ár fram. Tilnevningin er sjálvboðin, og tú kanst altíð biðja Dómstólastýrið um at verða loystur úr tilnevningini.
Tú kanst lesa meira um at vera serfrøðingur her.
Umsókn
Tú kanst søkja um at verða tilnevndur sum serfrøðingur til smásakarmannagongdina gjøgnum starvsumsóknarskipanina hjá Dómstólum Danmarkar. Hetta gert tú við at trýsta á knøttin “Søg stillingen” niðanfyri. Tú skalt síðani upplýsa persónligar upplýsingar og leggja við viðkomandi prógv fyri fakligu førleikarnar, tú nevnir í umsóknarblaðnum. Eitt lívsrensl kann ikki nýtast sum prógv fyri fakligari vitan, men viðkomandi prógv kunnu t.d. vera prógv, skeiðsprógv, viðmæli o.l.
Vit taka ikki ímóti umsóknum ella prógvi gjøgnum teldupost ella vanligan post.
Umsóknarfreistin er 11. september 2025.
Tá umsóknarfrestin er úti, sendir Dómstólastýrið tína umsókn og viðkomandi prógv til hoyringar hjá viðkomandi fakfelag, sum síðani gevur eina frágreiðing um, hvørt tú hevur serliga fakliga vitan innan tað fakøki, tú ynskir at verða tilnevndur innan, og um tínir førleikar liggja innan fakfelagsins øki. Um Dómstólastýrið síðani ynskir at ganga víðari við tíni umsókn, verður ein revsiváttan innheintað. Síðani tekur Dómstólastýrið avgerð um, hvørt tú kanst verða tilnevndur sum serfrøðingur í smásakarmannagongdini.
Tú fært boð um, hvørt tú verður tilnevndur sum serfrøðingur í smásakarmannagongdini við telduposti. Dómstólastýrið væntar at hava viðgjørt allar umsóknir í heyst 2025.
Um tú hevur spurningar til starvsútboðið, ert tú vælkomin at skriva til deildina fyri Løgfrøði og Virksemi í Dómstólastýrinum á jur@domstolsstyrelsen.dk.