17 jun. 2024
Føroya Rættur
Estur Lognberg 25 ára starvsdag
Estur Lognberg hevur starvast í 25 ár hjá danska statinum.
Løtan bleiv hátíðarhildin við hugnaløtu í kaffistovuni á dómaraskrivstovuni. Henrik Møller, sorinskrivari, handaði Estur skreytblað og takkaði henni fyri góða og trúgva tænastu í arbeiðinum.
Estur hevur øll 25 árini verið í starvi hjá Sorinskrivaranum í Føroyum, tó ikki samanhangandi.